Lærarastørv í Skúlanum á Giljanesi skúlaárið 2018-2019

Hesi lærarastørv eru leys at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2018 at rokna:





Søkt verður eftir lærarum, sum:





Okkum tørvar lærarar, ið kunnu:





Lønar- og setanartreytir:



Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.




Umsóknir:



Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagihósdagin 31.maj kl. 12.00.



Umsóknir kunnu eisini sendast við posti til:




Skúlin á Giljanesi



á Giljanesi 2



360 Sandavágur




Nærri fæst at vita um størvini hjá Annbritt Toftegaard á tlf. 794425, ella við at senda ein teldupost tilannbritt.toftegaard@skulin.fo




Um skúlan:



Skúlin á Giljanesi húsast á tveimum støðum. 3.-10.flokkur ganga Inni á Giljanesi og 1. og 2.flokkur ganga í Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 329 næmingar ganga í skúlanum, og 37 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.



Skúlin á Giljanesi byggir á tríggjar súlur: Stundvísi, háttvísi og øðrvísi.



Stundvísimerkir, at gera tingini til tíðina. Viðra tann partin ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.



Háttvísier eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir.



Øðrvísimerkir dirvi til at hugsa sjálvstøðugt. Dirvi at gera tað, vit meta vera rætt. Dirvi at seta spurnartekin við vanar. Dirvi at fara út um rammuna. Við hvørt finnur mann so útav, at vanin veit best, men tora vit ikki at leita og fregnast í tí ókenda vaksa vit ikki.