Kostaði 20.322 at byggja – men tað lupu altso 129 krónur av

 Fólkakirkjan skrivar:

SELATRAÐ: Nú, ið tíðirnar eru góðar, hoyra vit ofta um stórar byggiætlanir sum kosta milliónir og aftur milliónir av krónum.

Og vit, sum hava fylgt við í tíðindunum hesi seinastu árini, hava tíverri eisini hoyrt um byggiætlanir, ið gjørdust munandi dýrari enn upprunaliga ætlað.

Tað eru tíbetur eisini dømi um tað øvugta: Altso at ein byggiætlan var sett í gongd fyri eina ávísa upphædd, men tá avtornaði var ætlanin bíligari enn mett.

Eitt dømi um hetta er kirkjan á Selatrað, sum stóð liðug í desember 1926, men fyrst tikin í brúk 4. sunnudag eftir Trettanda – tað er: um mánaðarskiftið januar/februar árið eftir.

Tá menn byrjaðu at tosa um eina nýggja kirkju var kostnaðurin mettur til 20.322 krónur og 36 oyru. Men tá byggingin var liðug, og hvør maður hevði fingið sítt, var eitt avlop í kassanum upá 129 krónur og 9 oyru.

- Ja, hóast kostnaðurin ikki er so stórur, um ein skal sammeta við í dag, so kann ein bara staðfesta, at væl var samlað inn, sigur Johan Karl Djurhuus, sum gjøgnum árini hevur røkt fleiri tænastur við Selatraðar kirkju.

Í práti við Birgir Waag Høgnesen í sendingini ”Við sjóvarmálan” á útvarpsrásini R7 fyrr í mánaðinum greiddi hann frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini.

UTTAN KIRKJU Í 300 ÁR
Tað var vist í tøkum tíma, at farið var undir ætlanina at byggja kirkju í hesi hugnaligu bygdini við Sundalagið.

Bygdin hevði verið uttan kirkju í eini 300 ár, men 3. jóladag í 1925, forrestin dagin eftir jólaveitsluna í bygdini, kallaði Andrias Weihe – ið Johan Karl lýsir sum ein góðan mann og íverksetara - fólkið saman til fundar í skúlanum.

Her legði hann fram hugsan sína um at fáa eina kirkju aftur í bygdini. Hann var væl fyrireikaður til fundin, tí hann hevði frammanundan tosað við sóknarprestin á Nesi, K. Vilhelm Nielsen. Hesin segði seg vera sera áhugaðan í hesi søk.

Tað var eisini ein onnur orsøk, ið talaði fyri hesi søk. Øll hesi mongu árini høvdu tey gingið í kirkju á Strondum, - men annars var lestur lisin í skúlanum í bygdini. So eitt gudstænastulív var hóast alt á Selatrað.

GÓVU HÁLVA ÁRSLØN
Hesin Andrias Weihe var ein ótrúligur persónur. Hann fór alt fyri eitt til verka, og á fundinum var samtykt at fara undir at byggja eina kirkju.

- Og hetta fyrsta kvøldið var ein listi gjørdur við fólki, ið kundu lata kirkjuni eina upphædd. Andrias var ikki sparin, tí longu fyrsta kvøldið setti hann seg fyri 1500 krónur, sum var ein øgiliga stór upphædd tá í 1925, vísir Johan Karl á.

Nakað seinni játtaði Løgtingið 3000 krónur til byggingina, og nógv onnur lótu pening til nýggju kirkjuna. Fleiri setti seg fyri 100 krónum, onkur 200 og onkrir skipsmenn heilt upp í 500 krónur um árið.

- Og so má ein ikki gloyma, at hesar 500 krónur svaraðu til næstan eina hálva ársløn, sigur Johan Karl. Og hann leggur skemtandi aftrat:

- Teir vildu nokk heldur betala, enn at skula ganga allan vegin út á Strendur!

FYRRI LIÐUG
Tað var tó ikki bert á Selatrað at fólk arbeiddu við at fáa sær nýggja kirkju. Sama støðan var á Glyvrum og í Hósvík.

Hóast byggingin av kirkjuni á Glyvrum somuleiðis hoyrdi til sóknina hjá K. Vilhelm Nielsen, var hann sera áhugaður í ætlanini á Selatrað. Og so var farið til verka.

Fyrsta stig á leiðini var at útvega kirkjuni eitt grundøki. Tað eydnaðist eisini, og kostaði tað 107,07 krónur at útvega. Farið var til verka beinanvegin, og áðrenn menn fóru til fiskiskap á Suðurlandinum á vári 1926, høvdu teir grivið økið út. Nú var klárt at fara undir stoypiarbeiðið, sum menn í Leirvík, saman við bygdarmonnunum stóðu fyri. Miðvingar gjørdu timburarbeiðið.

- Men tað var ikki frítt, at tað var ein ávísur skundur – ella kapping – fyri at fáa kirkjuna lidna. Ja, ein skuldi helst vera fyrri liðugur enn teir á Glyvrum, sigur Johan Karl brosandi.
Teir fingu eisini góða hjálp frá ”grannabygdini” hinumegin Sundalagið – Hósvík – og menn haðani komu eisini til Selatraðar at hjálpa til í arbeiðinum – og øvugt.

Og tað vísti seg eisini, at kirkjan á Selatrað stóð fyrri liðug enn hon á Glyvrum, sum varð vígd í mai mánaði hetta árið.

SELATRAÐ OG NÓLSOY
Fólkið á Selatrað stóð av sonnum saman um kirkjuna. Longu í desember mánaði 1926 – altso bert eitt ár eftir henda minniliga jólafundin í bygdini, var kirkjan liðug og klár at víga.

Avgjørt var kortini at bíða eitt sindur við vígsluni av kirkjuni – í fyrsta lagi fyri at fáa málingina at turka til fulnar.

- Men støðan var eisini hon, at myndevnið í altartalvuni var harðveðrið á vatninum, sum er prædikutekstur til 4. sunnudag eftir Trettanda. Tí var avgerð tikin um, at kirkjan skuldi vígast henda sunnudagin, vísir Johan Karl á.

Tað var helst eisini so, at vert var at bíða eftir øllum hesum, tí hyggur tú eftir altartalvuni so er hon einki minni enn eitt meistaraverk eftir Niels Kruse. Her sært tú eina bátsmanning, sum, eins og lærusveinarnir á sinni, stríðist í ringum sjógvi.

Munurin her er bara tann, at myndin í Selatraðar kirkju er málað við støði í sjógvinum beint út fyri bygdini og við Nólsoynni í baksýni, meðan bíbilska frásøgnin fer fram á Genesarets vatni..

- Jú, eg haldi, at vit hava eina sera vakra kirkju, slær Johan Karl fast.

(Hetta er fyrri partur av samrøðuni við Johan Karl. Í seinna partinum fara vit at greiða frá øðrum lutum og viðurskiftum í kirkjuni).

Orð: Snorri Brend
Myndir: Birgir Waag Høgnesen