Konsert í Vestmanna kirkju


Sunnudagin 23. juni hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór konsert í Vestmanna kirkju kl. 16.00.



Á konsertini fer kórið at framføra eina fjølbroytta- og krevjandi skrá, sum fevna um alt frá flottum Afrikanskum spirituals til dupultkór eftir Johannes Brahms. Kórið hevur havt eitt sera virki vár, og eisini fingið fleiri heiðurslønir hetta várið, m.a. á føroyska kórfestivalinum í Løkshøll.



Konsertin er ein týðandi liður í fyrireikingini hjá kórinum til luttøku á stóra týska Johannes Brahms kórfestivalinum, í Týsklandi, har kórið fer at luttaka í 3 ymiskum kategorium í døgunum 2. - 8. juli 2019.



Konsertin er ókeypis, men høvi verður at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum. Kirkjan og Kórið vóna at nógv vilja deila løtuna saman við okkum.



Vestmanna kirkja.