Kom á hondbóltsskúla


HSF skipar í døgunum 5 og 6. August fyri einum stórum hondbóltsskúla í Havn, Hoyvík og Argjum.


Tað er soleiðis, at danska stórfelagið BSV kemur til Føroya á venjingarlegu dagarnar 4 til 8. august.

Í tí sambandi er avtala gjørd um at Sonni Larsen, landsliðsvenjari og Peter Bredsdorff-Larsen, venjari hjá BSV saman standa fyri einum hondbóltsskúla fyri U16, U14, U12 og U10 gentur og dreingir. Føroysku landsliðsleikararnir og leikararnir hjá BSV eru hjálparvenjarar.

Tann 7. august verður uppvísningsdystur millum Føroyar og BSV á Hálsi.


Sølan byrjar í dag 9. juli - hygg inn á hsf.fo