Klakkur er farin á fyrsta túr undir føroyskum flaggi

 Nýggjasta skipið í føroyska flotanum - Klakkur - loysti av Klaksvíkini í kvøld, teir hava sett kós móti Flemmish Kap, har teir fara at fiska av føroysku toskakvotuni.

Sum skilst, so er ætlanin bæði at heilfrysta og skera flak hendan túrin.

Tað eru 19 mans við Klakki, harav nakrir norðmenn, sum hava verið við skipinum í fleiri ár, skipari er Líggjas Johannesen.

Kambur, Jákup B. Stapin, Jógvan I og Eivind eru áveg á Flemish Kap, teir loystu sunnukvøldið - hygg her.

Veðrið batnaði í kvøld, sagt verður frá betri veðrið á okkara leiðum komandi dagarnar.