Kirkjubrekka og Tvørgøta bestu asfaltavrik


LV skrivar - ASFALTDAGUR: Undir Asfaltdegnum 2020 fríggjadagin vóru tvey asfaltarbeiðir heiðraði. Annað er tað, sum gjørt er á Kirkjbrekku í Klaksvík, og hitt í Tvørgøtu í Havn. Tað vóru HJ Asfalt í Klaksvík og Asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu, sum ávikavist vunnu kappingina um Ársins asfaltavrik og Herðaklappið 2020. Eisini vóru fleiri áhugaverdar framløgur hildnar undir Asfaltdegnum, sum fór fram á Hotel Føroyum.




Eitt afturvendandi tema undir Asfaltdegnum var, um tað er rætt at asfaltera alt árið, ella um tað eigur at verða lagt stilt eini 2-3 mánaðir á hávetri, tá tað kann vera langt ímillum teir góðu dagarnar, har tað er ráðiligt at asfaltera. Ístaðin fyri at hava asfaltframleiðslu tá, hevði tað verið eitt gott høvi at gjørt viðlíkahald og neyðugar umvælingar á teimum báðum asfaltverkunum í hesum tíðarskeiðnum.

Ein trupulleiki fyri asfaltfyritøkurnar kann tó vera, at vandi er fyri, at tær missa starvsfólk burtur av hópinum, tá einki arbeiði er. Onkur setti tó spurningin, um ikki tað átti at verið møguligt hjá asfaltfyritøkunum at gjørt aðrar uppgávur hesa tíðina. Eitt nú at skróta í tunlum og gera aðrar fyrifallandi uppgávur í vetrarmánaðunum. Treytin er tó, at fyritøkurnar fáa tættari samstarv við eitt nú Landsverk og aðrar byggiharrar, sum til dømis kommunurnar, um slíkar uppgávur.

Nøkur greið niðurstøða var tó ikki gjørd um henda spurningin undir asfaltdegnum, sum varð hildin triðja árið á rað á Hotel Føroyum.

Ein onnur avbjóðing á asfaltøkinum er, at landið sum heild setir ov lítið av peningi av til aslfaltering, og tí verða nógvir vegateinar ógvuliga slitnir, fyri ikki at siga heilt oyðilagdir, áðrenn teir verða endurasfalteraðir. Onkur brúkti dømið við einum taki, sum fer at leka, har tú beinanvegin ert noyddur at bøta takið aftur, tí annars forfalla øll húsini. Nøkulunda tað sama er galdandi við asfaltbelegningi, tí um tað ovasta lagið slítist ov nógv, er vandi fyri, at løgini undir eisini oyðileggjast, um ikki nýtt asfalt verður lagt oman á í nóg góðari tíð.

Umleið 130 fólk frá asfaltvinnuni, ráðgevum, kommunum, Landsverki og øðrum áhugaðum arbeiðsplássum, luttóku á ársins asfaltdegi, sum er tað hægsta luttakaratalið nakrantíð