Kertustubbar til endurnýtslu – Samstarv millum Amnesty og Dugna


Nú kunnu tínir kertustubbar endurnýtast– Eitt samstarv millum Amnesty og Dugna




"Lat tínar kertustubbar til Amnesty og hjálp okkum at gera endurnýtt Amnestyljós. Eitt ljós sum birtir vón."

Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Og ljósið birtir samstundis eina vón.

Í ár eru vit farin í samstarv við Dugna um at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Í hesum sambandi fara vit undir átak at savna inn kertustubbar. Hartil, stuðla handlarnir hjá Á og FK verkætlanini og fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, har ein kann lata sínir kertustubbar.

Hjá Dugna er framleiðslan longu farin í gongd. Sí viðheft videobrot:

Tað hevði glett okkum, um tú hevði hetta í huga og lat okkum tínir kertustubbar til endurnýtslu í Á- og FK-handlunum kring landið ella hjá Dugna.


Ljósini kunnu bíleggjast longu nú áelsa@amnesty.fo, og annars verður ljósasølan kring landið fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.


Vit gleða okkum, at bjóða tykkum vøkur endurnýtt kertuljós.

Dugni og Amnesty International Føroyar