Katrin Jóhanna er á veg inn

Í gjár skrivaðu vit at Katrin Jóhanna var farin á sildaveiðu (les her). Katrin Jóhanna fór í kvøld at sigla inn við 400 tonsum av sild, sum er fiskað í føroyskum sjógvi. 

Katrin Jóhanna verður inni um 6 tíðina í morginárini, og verður landað til Vestmanna Seafood og Snarfrost í Miðvági.

Støddin á sildini liggur um 400 gramm verður upplýst.