Jupiter landar svartkjaft á Tvøroyri

 Jupiter, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu vestur úr Hebridunum, kemur á Tvøroyri á middegi við 450 tonsum, sum teir landa til Varðan Pelagic.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Jupiter fyri løtu síðan, teir søgdu at tað er góður svartkjaftur 150-160 gramm, sum teir fingu, svartkjafturin er í góðum standi, søgdu teir.

Christian í Grótinum og Tróndur í Gøtu eru á leiðini har teir royndu, ímeðan Borgarin roynir longur suðuri.