Jørgen á fundi við norðurlendskar fíggjarmálaráðharrar


Avbjóðingar við koronu og skatting av talgilda búskapinum vóru høvuðsevni á fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í gjár.



Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, var í gjár á fundi við hinar norðurlendsku ráðharrarnar í fíggjarmálum og umrøddu felags avbjóðingar og loysnir.



Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk.



Orsakað av støðuni við koronu var fundurin á netinum.



Støðan við koronu var eitt av høvuðsevnunum á fundinum, tí í nógvum londum – eisini í Norðurlondum - hevur koronafarsóttin havt munandi avleiðingar fyri búskapin.



Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir umrøddu, hvussu umráðandi tað er at handfara búskaparligu avleiðingarnar av farsóttini og samstundis tryggja langtíðarhaldførið í búskapinum.



Eisini umrøddu ráðharrarnir skattligu avbjóðingarnar, sum standast av tí alsamt økta talgilda búskapinum og sum m.a. OECD arbeiðir við at finna eina loysn á – væntandi miðskeiðis í 2021.




Sí tíðindaskriv frá MR-Finans her.