Jólaskipið Heimdal á Miðvág týsdagin 17. desember


Jólamenninir koma við jólaskipinum Heimdal.




Heimdal leggur at við bátahylin í Miðvági, týskvøldið 17. desember kl. 19.00.
Jólamenninir gleða seg at síggja øll aftur, bæði børn og vaksin. Og munnu jólamenninir ikki hava ein pakka við til børnini?

Sum undanfarna ár ganga vit øll yvir til miðstaðarøkið,og børnini eru vælkomin at hava lummalykt við.


Vága kommuna bjóðar heitt kakao og bollar.

Gleðilig jól øll somul.