Jól í Bø 7. desember


Jól í Bø´ er eitt tiltak sum vit í Bø skipa fyri. Endamálið við tiltakinum er ikki at savna pengar inn, men at geva øllum familjum ein møguleika til ein hugnaligan dag við tónleiki, konsertum,sjónleiki, upplivingum og mati – og ALT hetta er ókeypis.

Vil vilja við hesum degi, varpa ljós á jólagleði, jólafrið og tað gleðina vit fáa av at geva nakað frá sær sjálvum og av sær sjálvum.
Jólini hava nógv gott við sær, men sanniliga eisininógv minni gott. Jólini eru ein kensluborin høgtíð har nógvar familjur sakna onkran tey hava mist, peningurin ikki røkkur til gerandisdagin; nógv eru sum stríðast og strevast. Tað sum vit ynskja við hesum tiltakinum, er at familjur kunnu koma til dagin og vera nærverandi við sínum, og tey skullu sleppa undan at taka støðu til at keypa hettar og hattar, men bara verða í nú´inum og njóta løtuna.