Jóanis Nielsen, 65 ár


Í dag verður pápi mín 65 ár. Pápi er føddur í Giljum í Sandavági 17. september 1954, yngstur av trimum, sonur (Solveig Sofíu) Fíu, f. Johansen, og Andrias Nielsen, bæði foreldrini vóru úr Sandavági.



Heimsborgari, norðurlendingur, føroyingur, vágamaður, sandavágsmaður, giljamaður, men skal man lýsa pápa mín so má tað verða í øvugtari raðfylgju: giljamaður, sandavágsmaður, vágamaður, føroyingur, norðurlendingur og heimsborgari, tí tað er nærumhvørvið, sum liggur honum næst hjartanum.



Pápi er søgufróður, skemtingarsamur og sangglaður. Hann dámar væl at hugna sær, men sanniliga dámar honum eisini at hugna um, har hann er. Seinnu árini hevur hann um summrarnar javnan verið ferðaleiðari í Vágum, serliga norðantil, har hann veit nógv og er staðkendur. Sum hagamaður á Slættanesi í fleiri áratíggju, eigur hann nógv sporini har um leiðir.



Forvitin um lívið og verðina, so elskar hann at fáa fólk á gátt, minnist einaferð, haldi tað var í 2007 ella harum, at eitt írskt ferðalag róði við kajakkum í Føroyum og gistu í tjaldi, alt ferðalagið kom niðan á Hamarsmørk at hugna sær.



Soleiðis er pápi, møtir hann onkrum og tey fella í gott prát, so bjóðar hann teimum til hús til ein drekkamunn, hetta verið seg grannar, bygdafólk, avbygdafólk ella fremmandafólk – øll vælkomin. Tá eg var yngri helt eg ofta, at tað var flovisligt, at hann skuldi bjóða øllum inn, uttan at vit høvdu rigga til, men tá segði hann altíð: ”hetta er eitt heim, tað má síggjast, at onkur býr her.”



Í Sandavágs Ítróttarfelagi hevur hann verið serliga virkin, hann hevur íðka, verið venjari frá heilt ungum árum til fyrst í hesi øldini, verið í nevnd umframt at vera formaður í umleið 20 ár. Í samrøðu við eitt tíðarrit í áttatiárunum er hann citeraður fyri at siga: ”ítróttarfeløgini gera størsta sosiala arbeiði á hesum landi. Hvat høvdu vit havt at bjóða børnunum og skúlaungdóminum og annars teimum, sum brúka frítíð sína at íðka onkra ella fleiri ítróttargreinir, fyri á tann hátt bæði at halda likam og sál sína fríska – Nei, vit hava onki alternativ til ítróttina.”



Í tíðini sum nevndarlimur í S.Í.F. komu bæði nýggjur fótbóltsvøllur og ítróttarhúsið í bygdini. Harafturat gekk javnan væl ítróttarliga í øllum fimm ítróttargreinunum: fótbólti, hondbólti, flogbólti, rógving og badminton. Byggingin av ítróttarhúsinum skuldi byrja í 1983, men varð steðgað og húsið var ikki liðugt fyrr enn nakað seinni. S.Í.F. hevði annars vunnið seg upp í 2. deild í 1983 og vestanstevnan skuldi haldast í Sandavági. Teir í mannaðu 2. deildarliðið vóru: Petur Olsen, Jonhard Joensen, Bjartur Samuelsen, Torkil Nielsen, Sonni Nielsen, Álvur Samuelsen, Allan Nielsen, Eivind Johannesen, Dánjal Thomsen, Tórur Gudmundsen, Alfred Joensen, Anders Jensen, Oddmar Gudmundsen, Eiler Thomassen og Elias Christoffersen. Í nevndini vóru: Jóanis Nielsen, Dánjal Thomsen, Torkil Nielsen, Sigurð Petersen og Heðin Samuelsen og í hondbóltsnevndini vóru: Nansy Johannesen, Karis Thomassen, Belinda Simonsen, Jóhanna í Horni og Tóra í Horni.



Uppi hjá ommu var ítróttarhúsið bara rópt ”húsið” og hevði omma altíð ein fingur í spælinum fyri at fáa alt at ganga upp, men tað hevur sikkurt verið trupult at lata vera, tá hon átti 4 eftirkomarar í nevndini hjá felagnum, umframt at øll hjá henni hava gjørt nógvan ítrótt í felagnum.



Sum nevndarlimur í S.Í.F. minnist eg, at pápi hevði nógvar samskiparauppgávur, tað verði seg at samskipa við bingonevndina ella til dømis at fáa menn at gjøgnumganga netini á málunum áðrenn dyst, men sum eg minnist tað, so vóru hetta alt uppgávur hann við gleði avgreiddi.



Sjálvur íðkaði hann fótbólt og hondbólt og hevur eisini róð á onkrari stevnu, men serliga var tað bóltspølini hansara hugur lá til. Havi ofta hoyrt søgur um Dánjal og hann, tá teir spældu hondbólt; teir skuldu hava so harða verju. Um eg minnist rætt so spældi hann hondbólt, til hann var komin væl inn í fjørutini.



Í kommunustýrinum hevur pápi sitið í tveimum umførum: 1981-1989 og 2001-2005, árini 1985-1989 sum bygdarráðsformaður, eisini var hann eitt tíðarskeið formaður fyri felagskommununa í Vágum.



Nógv virksemið var í Sandavági í áttatiárunum og av arbeiðsplássum kunnu nevnast: tveir rækjutrolarar, seks feskfiskabátar, ein ídnaðarbátur, eitt flakavirki, trý snikkaravirki, Kovin, Vilma, Timburhandilin, Vakstrarhús og jarðarbrúk. Umframt at danin Christian Riisager sum teknaði vindmyllur búði í bygdini.



Eini av merkisorðunum hjá pápa eru: ”Vinnulívið er grundarsteinurin undir vælferðini í samfelagnum. Betri vinnan hevur tað - størri verður vælferðin”. Hesin hugburðurin hevur verið grundarlagið í øllum sum pápi hevur fingist við. Longu í áttatiárunum helt hann at Sandavágur skuldi hava brimgarð, tí ein so stór bygd mátti hava eina havn, har man kann hava opnan bát liggjandi alt árið. Ein slíkur brimgarður hevði eisini gjørt umstøður at menna alivinnu á vánni munandi betur. Hetta helt hann tá, men tá var alivinnan ikki so framkomin, sum hon er í dag.



Tað er onki dulsmál at Vágatunnilin var eitt av hjartamálunum hjá pápa, tí var tað til stóra gleði fyri hann(og øll onnur), at Vágatunnilin varð samtyktur, tá hann sat á Løgtingi. Vágatunnilin var ein stór broyting fyri vágafólk og í dag ber illa til at ímynda sær Vágar uttan fast samband við Streymoynna. Eisini hoyrir við til søguna at arbeiði uppá Gásadalstunnilin byrjaði tá hann sat á tingi árini 1998-2002 og 2002-2004.



Av øðrum sum pápi arbeiddi fyri í politikki kunnu nevnast: At skipa fyri H.F. undirvísing í Vágum; At fáa fiskivinnuútbúgvingina í Føroyum staðsetta í Vágum; Longu í áttatiárunum at gera útstykking í Sørpum; Fáa útbyggingina av ítróttarhøllini lidna; Byggja barnaskúla í Sandavági; Í áttatiárunum og líka fram til hann gavst í politikki at fáa landsvegin lagdan útum bygt øki; Útbyggja vatngoymslurnar; Arbeitt fyri vindmyllulund í Vágum; Biogassverk í Vágum umframt ymiskum øðrum.



Eini onnur merkisorð hjá pápa, sum hann eisini hevur brúkt í uppalingini av okkum, eru: ”Vit skulu gjalda har vit valda”. Hetta sást eisini aftur tá hann sat á Løgtingi - tá tingið minkaði blokkin við 35 %.



Sum yrki hevur pápi roynt ymiskt; sum heilt ungur fór hann í snikkaralæru, men helt ikki á, hendan læran hevur tó givið honum nógv gott, og handaligu evnini hjá honum eru góð. Eisini søkti hann inn á læraraskúlan í 1972, men hóast hann slapp inn, valdi hann heldur at fara í bankalæru. Hann arbeiddi í Føroya Banka í 22 ár, tey seinastu sum deildarleiðari fyri deildirnar í Vágum, men tá bankarnir løgdu saman stóð honum starv í Havn í boði. Hann tók ikki av, tí mamma hevði arbeiði í Vágum, har hús og familja eisini eru. Ístaðin leitaði hann sær á læraraskúla. Hann tók prógv á læraraskúlanum í 1999. Síðani arbeiddi hann sum fíggjarfulltrúi í almennu umsitingini, til hann í 2003 gjørdist lærari á skúlanum á Giljanesi, har hann starvast enn.



Av áhuga fyri nærumhvørvinum og vinnuni byrjaði hann í 2004 við heimasíðuni joanisnielsen.fo, sum seinni broytti heiti til jn.fo. Jn.fo kann í dag sigast at vera ein tíðindaportalur og sum oftast eru jn.fo fyrstir við fiskivinnutíðindum.



Í frítíðini fæst pápi annars við jarðarbrúk. Tá vit vóru børn, høvdu vit mjólkikýr (føroyskar), kálvar, hønur, dunnur, gæs, ross (heilt upp í 7 føroysk ross samstundis), hundar og seyð. Haldið við húsdjórum er nú minkað til at hava seyð, hundar og eitt føroyskt ross.



Altíð hevur hann havt okkum børn og barnabørn við í øllum, sum hann hevur gjørt, og í øllum sum vit hava luttikið í hevur hann verið, og er hann, okkum øllum ein dyggur stuðul.



Pápi giftist í 1984 við Andreu (f. Sivertsen) og hava tey fingið okkum fimm: Sólju, Fíu Selmu, Andrias, Jóanis Albert og Tóra. Í uppalingini hava tey bæði serliga lagt seg eftir, at vit skulu vera móti øðrum, soleiðis sum vit ynskja, tey skulu vera móti okkum.



Góði pápi hjartaliga til lukku við føðingardegnum – takk fyri alt tað góða tú hevur lagt í okkum, men mest av øllum, takk fyri, at tú ert so góður við mammu.



Alt tað allarbesta ynskja vit tær og Gud gevi at vit fáa nógv góð ár afturat