Íslendingar eru byrjaðir at fiska makrel

 Leygardagin var fyrsta makrellastin landa til Sildavinnsluna í Neskaupstaði, tað var Margrét EA, sum kom til Neskaupstaðar við 840 tonsum.

Børkur NK hevur eisini landað 600 tons av makreli í Neskaupstaði og fleiri skip eru á feltinum.

Sum vit skilja, so loysa føroysku skipini beint eftir ólavsøku.