Í Føroyum skulu føroyingar ráða


Soleiðis verður ofta tikið til, uttan veruliga at geva sær far um hvat hetta veruliga merkir og hvat hetta veruliga inniber.



Eftir mínum tykki, eigur hetta at vera stavnhald fyri okkum øll, tí tað má valda ein kensla av tjóðskaparhugburði í okkum øllum, sum liva og búleikast her á klettunum.




Í alt ov stóran mun velja vit at avrita heldur enn hyggja og lurta eftir okkara grannatjóðum og verður sostatt grundarsteinurin og grundsjónarmiðið avskeplað, tí tað simpulten ikki hóskar til okkara samfelagsleist. Vit eru føroyingar og vit eru ein serstøk tjóð. Tað førir somuleiðis við sær, at vit mugu syrgja fyri, at serstakar skipanir, ið hóskað til okkara samfelag, verða íverksettar við støðið í føroyskum viðurskiftum.



Tað stutta av tí langa er, at vit fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind, sum hóskar best til og fyri tað føroyska samfelagið.



Takað við eitt nú tær ymisku samfelagsskipaninar, ið okkara løgting situr og arbeiðir við dagliga, so vísir tað seg í alt ov stóran mun, at vit heldur vilja avrita skipanir, sum eru galdandi í okkara grannalondum, heldur enn at finna nøktandi skipanir, ið eru skræddaraseymaðar til Føroyar og føroyingar.



Spuringurin um loysing má fáast alt longur fram á breddan og tey sum siga seg umboða hesa hugsjón, mugu vísa vilja og ikki minst dirvi til tess, at fremja mál, sum eru loysingini og ikki minst, føroyingum at frama.

Símun Gullaksen