Ì dag var eitt Bognev at síggja í Sandavági


Ì dag var eitt Bognev at síggja í Sandavági, Bognev er sera sjáldsamur fuglur um okkara leiðir og er hettar bert fjóra eygleiðing fyri landi.









Fyrsta eygleiðing av Bognevi í Føroyum var í Havn í 1926, onnur eygleiðing var í Gásadali í 1942 og triða eygleiðing var í Hvalba í 2013, tað serstaka við eygleiðingini í Hvalba var, at ikki færri enn 13 fuglar vóru í einum flokki og minst seks av hesum fuglunum vóru at síggja í Trongisvági naki inn í 2014.




Bognev reiðrast vanliga í Suður Europa og Afrika, í Suður Asia og Australia umframt í Mið Amerika og í Norðara parti av Suður Amerika.




Tað skrivar Rodmund á Kelduni, Rodmund eigur eisini myndina.