Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin í sambandi við núverandi og komandi tunlar

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, fyri Sjálvstýri spyr Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum um núverandi og komandi tunlar.





1)Hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum umhugsað, at leggja núverandi og komandi undirsjóvartunlarnar í eitt alment partafelag, við einari samskipaðari og samhaldsfastari gjaldskipan.





2)Um svarið er játtandi. Nær kann væntast, at landsstýrismaðurin leggur uppskot fyri løgtingið hesum viðvíkjandi.





Viðmerkingar





Treytin fyri at fáa fólk at gagnnýta gjaldstunlar í mest møguligan mun er, at kostnaðurin ikki er ein forðing.





Tá farleiðingjøgnum Eysturoyar og Sandoyartunnilin gerst veruleiki í 2020 og 2023 er trupult at ímynda sær, at til ber at samskipa ferðing og varðveita ein rímiliga lágan kostnað fyri ferðslu gjøgnum allar fýra tunlarnar, uttan at talan er um eitt alment partafelag við felags leiðslu. Eisini økjast krøvini til undirsjóvartunlar, samstundis sum dagføringar og regluligt viðlíkahald er alneyðugt





Við royndunum frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum kann staðfestast, at ferðslan økist munandi, tá prísirnir lækka.





Við galdandi prísum fyri koyring aftur og fram gjøgnum undirsjóvartunlarnar, munnu tað verðafáir bilførarar sum setast aftur við tí grundgeving, at kostnaðurin er ov høgur.






Spurningurin verður væntandi svaraður á tingfundi mikudagin.