Hvalbingar vóru í Lítlu Dímun á fjalli í gjár


Teir vóru 30 mans uppi í Oynni og róku.



Rakstrarlíkindini vór av teimum bestu.

Vit tóku 6 á gillin, tað er eitt miðalár og miðal vekt var í ár. Eisini brúktu vit tann nýggja arbeiðisbátin Steinsrók, ein Polarcirkel bátur, nevndur eftir staðarnavni í Lítla Dímun. Ein ótrúliga góður og tryggur bátur til tílíkt brúk, tað er vit Oyggjarmenn glaðir fyri, sigur Poul Poulsen ein av fjallmonnunum í Dímum við okkuum á JN.fo, Poul eigur eisini myndirnar.