Hoyvík siglir inn við 650 tonsum av makreli

 Hoyvík sum hevur verið á makrelveiðu norðast í føroyskum sjógvi, fór í dag at sigla inn við 650 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Hans Andrias Kelduberg reiðari sigur, at tað er sera góður makrelur teir koma við - 510 gramm, teir fiskaðu bara í ein dag.

Nú boðað verður frá vánaligum veðri, varð avgjørt at enda túrin og koma á Fuglafjørð við veiðuni.