Hoyvík landar í Fuglafirði

 Hoyvík er komin á Fuglafjørð við 1.000 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos.

Í løtuni landar Arctic Voyager, teir verða liðnir at landa fyrrapartin, og tá sleppur Hoyvík framat at landa.

Hoyvík hevur roynt norðast í føroyskum sjógvin.