Hotel Brandan hevur fingið grøna lykilin


Hotel Brandan er fyrsta hotell og ráðstevnustað í Føroyum, sum hevur fingið Green Key-góðkenning







Green Key er altjóða umhvørvismerkið hjá ferðavinnuni. Hotel Brandan ynskti frá byrjan at fáa hesa góðkenning:





"Framtíðarkundin verður meira tilvitaður um at keypa frá veitarum, ið hava umhvørvið í huga. Tí hevur tað verið alneyðugt hjá okkum at fáa hesa góðkenningina."





Tað sigur Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri hjá Smyril Line.





Tá ið Hotel Brandan varð sniðgivið, bleiv dentur lagdur á tað føroyska. Føroysk mentan og føroysk list eyðkenna alt konseptið. Men Smyril Line vildi eisini bjóða gestunum eitt burðardygt uppihald í burðardyggum umhvørvi.





"Alt hettar halda vit hevur eydnast sera væl," sigur Pætur Trónd Thomsen.





Fyri at fáa altjóða umhvørvisgóðkenningina hevur Hotel Brandan gjørt skipanir, sum skilja alt burturkast; m.a. við at máta matoyðsl. Og fyri at spara orku brúkar hotellið fjarhita, orkuvinaligan útbúnað og einki annað enn LED-ljós. Hartil hava øll vindeyguni trídupultar rútar.





Á hotellinum fæst bara gott, føroyskt kranavatn heldur enn vatn í fløsku. Eingin einnýtisborðbúnaðar verður brúktur, og sápan á kømrunum er 100 prosent umhvørvisgóðkend. Serstakt er, at lyklakortini til kømrini eru úr bambusi. Tey eru FSC-góðkend, sum merkir, at fyri hvørja brúkta bambus-plantu verður ein nýggj gróðursett.





"Harumframt royna vit altíð at stuðla nýbrotum, sum kunnu gera framtíðina burðardygga," sigur Pætur Trónd Thomsen.





Hotellstjórin sipar til, at umframt Green Key-krøvini hevur Hotel Brandan el-bilar og løðistøðir.





"Tað er allarhelst bara ein spurningur um tíð, nær hetta verður krav," leggur hann afturat.





Pætur Trónd Thomsen, hotellstjóri hjá Smyril Line, hevur eitt inniligt ynski:





"Tað skal kennast væl at fáa ein vistfrøðiligan kaffimunn á Hotel Brandan og líta oman yvir ta grønu, varandi viðarlundina."