Heimatænastan og eldraøkið í Vágum eitur nú Vesturvón


Heimatænastan og eldraøkið í Vágum hevur fingið nýggjan samleika, búmerki og heimasíðu. Vesturvón skal vísa ta tign og tann heiður, ið eldraøkið hevur uppiborðið.



Navnið Vesturvón er vælkent úr vinnulívinum í Vágum og var partur av eini kollvelting av føroyska trolaraflotanum síðst í 1960unum. Tí er tað eisini gleðiligt, at gamla navnið kemur aftur til heiðurs og æru.



Jaligt og lívsjáttandi búmerki



Við íblástri úr náttúruni sigur búmerkið frá um træið, ið er sprottið úr jørðini, sum hevur staðið sterkt, í stilli og stormi, og sum enn veksur dag um dag. Træið ímyndar vísdóm, vøkstur og lívið.



Í trænum hómast eitt menniskja, ið frøðist og hevur armar sínar upp um høvd.



Her er vón fyri framman.



Heystligir, men frískir og sterkir litir



Í samleikanum verður ein reyður litur brúktur, sum er heystligur og reyðligur, men frískur og sterkur. Heystligi liturin ímyndar aldurdómin. Grønu bløðini eru nú vorðin reyð og gullig á at líta, men tey eru har enn.



Liturin verður tó nýttur á ein siðiligan og penan hátt, uttan at vera ov beinleiðis. Liturin er frískur, kátur og livandi.



Sólglotti í koronutáminum



Arbeiðið við nýggja samleikanum tók dik á seg í fjør, eftir at arbeitt hevur verið við ætlanunum síðan eldraøkið gjørdist kommunalt.



Tíverri hava umstøðurnar seinastu mánaðirnar ikki verið góðar at skipa fyri eini móttøku á eldraøkinum, og tí hava vit fleiri ferðir skotið samleikaskiftið út.



Samstundis hava vit øll tørv á jaligum upplivingum og søgum – ikki minst á okkara øki, ið hevur verið so hart roynt í ár. Tí er nýggi samleikin kunngjørdur í dag 18. September 2020.



Tað er Nudlavirkið sum hevur sniðgivið nýggja samleikan og ment heimasíðuna fyri Vesturvón, navnið hava vit á Vesturvón valt.



Fleiri myndir frá móttøkuni eru at síggja á nýggju heimasíðuni hjá Vesturvón.