HDF næstan Føroyameistarar


Um vikuskiftið var triða og næstseinasta umfarið av liðkappingini í dart, tað er soleiðis at øll 7 liðini í deildini møtast á sama stað hvørjaferð, og spæla so ein til tveir dystir í part, aftana 4 umfør hava øll møtst einaferð, og so verður FM vinnarin, tann ið er fremstur. Hesuferð var Klaksvíkar Dartfelag vertur, og var spenningurin stórur aðrenn vikuskiftið. D9 av Skála og HDF skuldi møtast í fyrsta dysti, og um D9 skuldi gera sær vónir um at vinna FM, so skuldi tann dysturin vinnast. Men har var eingin slingur í valsinum hjá HDF og vunnu teir 9-2. Seinni dysturin hjá HDF var ein reinur toppdystur ímóti VDF. Liðini lógu ájøvn í stigum, og kundi vinnarin næstan kalla seg FM vinnara fyri 2020. Tað sást tíðuligt, hvussu nógv dysturin hevði at siga fyri liðini, og var tað nógv tosa um dystin aðrenn. Men tá men fóru fram til skivuna, so lat HDF ongan iva verða um, at teir eru besta liði í landinum. Eftir 5 teir fyrstu dystirnar var støðan 5-0. Og sjálvt um vágamennirnir royndu at koma aftur, so var einki at gera, og vann HDF 9-4. HDF hevur nú ein dyst eftir, og er tað ímóti HDF 2, sum liggur niðast. Og tað skal henda eitt undur, um teir verða innheintaðir av VDF. Sjálvt um spenningurin um FM heitið so gott sum er farin aðrenn seinasta dyst, so er stórur spenningur um 2 og 3 plássi. Teir seinastu dystirnir verða leiktir í Klaksvík 7 mars. Teir ið manaðu liði hjá HDF í dag vóru Jan McIntosh – Uni Árting – Niels Thomsen og Eyðun Samuelsen