Hattarmási í Sørvági

Hesin Hattarmásin úr Norður Amerika var í dag at síggja í Sørvági.




Hattarmási líkist Fransaternu men er minni, hevur smekrari svart nev, hvítar undirveingjir og húðlitt bein.




Fransaternan hevur reyðligt nev, svartar undirveingjir og reyð bein.




Hattarmási er sera sjáldsamur í Føroyum, hann er bert sæddur tríggjar ferðir áður.

Orð og myndir Rodmund á Kelduni.