H71 misti týðandi fet í oddastríðinum


Kvinnurnar hjá H71 vóru seinnapartin í gjár á vitjan á Skála, har StÍF tók ímóti. H71 spælir í oddinum í SMS-deildini, meðan StÍF bert hevði fingið 4 stig undan dystinum.



Talan var um ein javnan dyst, og fylgdist liðini allan dystin. Eftir 15. min var støðan 9-9. StÍF førdi í hálvleikinum við 16-15. Tá ið eitt korter var leikt av seinna hálvleiki høvdu tær reyð/hvítu av Strondum lagt seg á odda 23-20. StÍF vann eisini dystin 26-25.




Málskjúttar:



StÍF: Haruka Gima 13, Karina B. Høgnesen 5, Yuika Kurimoto 4, Vár Poulsen 2, Emmy Kass 1 og Mao Otani 1.



H71: Marita Mortensen 9, Durita T. Joensen 6, Maria Wethe 5, Eva Arge 2, Karin Simonsen 1, Elisabet Simonsen og Sofie Søbek 1.









































































Støðan

Dystir

Vunnin mál

Tapt mál

Munur

Stig

KYNDIL

11

300

211

89

18

VÍF

11

305

241

64

18

H71

11

303

259

44

14

NEISTIN

12

299

263

36

14

STJØRNAN

11

269

303

-34

8

STÍF

11

240

325

-85

6

VB

11

229

343

-114

0