H71 menn út í heim at spæla Europa Cup


Eftir at H71 er vorðin føroyameistari 3. árið á rað, so metir nevnd, venjarar og leikarar, at tíðin er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar.




H71 hevur í dag boðað Hondbóltssambandi Føroya, at felagið ynskir at luttaka í Challenge Cup.




Vanliga liggur 1. umfar í september, 2. umfar í oktober og 3. umfar í november.




Onkuntíð verður 1. umfar ikki leikt – tað er alt eftir, hvussu nógv lið hava meldað til.




Her ber til at síggja, hvussu kappingin í Challenge Cup hjá monnum var í fjør, skrivar H71.