Grundin á G! verður episk


Grundin á G! festival 2019 verður karmur um stórsta line-up, ið Grundin nakrantíð hevur sæð. Har vera diskarar og live framförslur úr 6 ymiskum londum.




Phat Phil Cooper er bretskur diskari, sum javnan er at hoyra á stórstu náttklubbunum í Bretlandi, Asia og á Ibiza.




Jennifer Cardini úr Fraklandi er kend fyri sín serliga tónleikastíl. Tónleikur hennara verður útgivin á kenda plátufelagnum Correspondant. Jennifer ferðast og diskar kring allan heimin, og spælir á viðurkendum klubbum og festivalum sum Berghain, Panorama Bar, Burning Man, Rex Club í Paris og Pacha á Ibiza.




Aftan fyri New Jackson er fólkasangarin David Kitt. David hevur 20 ára langa yrkisleið sum sangskrivari og tónleika framleiðari, og tað er hetta sum ger, at tónleikurin hjá New Jackson, hevur eina sjáldsama sál, har tú hoyrir kenslur og tónleika fjölbroytni ígjögnum tær elektronisku rútmurnar.




Anna Lann er úr Letlandi, men býr í Ísrael, har hon er viðurkend í undirgrundarumhvörvinum fyri sína nýskapandi list og sína ótrúligu drívmegi. Tá ið Anna ikki er at finna á pallinum ella við DJ pultin, framleiðir hon tónleik til modernaðar dansiframförslur, og harumframt er hon við til at skriva tónleikin hjá 'Castle Of Time' orkestrinum.




Afturat altjóða növnunum koma vit eisini at uppliva Simon Littauer úr Danmark, föroysku Hús, hzd, Dávur Poulsen og Antony Charles.




Tað verðu episkt.