Gitte Henning landar seinnapartin í dag

 Gitte Henning er komin á Tvøroyri við 1.100 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi.

Í løtuni landar Jupiter á Tvøroyri, teir verða liðnir kl. 5 seinnapartin og tá skal Gitte Henning landa.

Ætlanin er at fara á svartkjaft, tá ið farið verður avstað aftur.