G! avlýsingin: Blue Planet Society ávirkar



Nú er aftur ein felagskapur, ímóti grindadrápi, farin at gera um seg í Føroyum. Hesaferð í samband við G!. Tað er umráðandi, at vit føroyingar ikki hokna undan hesum ágangi. Vit mugu standa saman og stuðla G! Tað má ongantíð verða hesi, sum koma at ráða yvir okkum her á landi. G! er millum bestu festivalar í heiminum og samstundis eisini eitt ferðamál hjá nógvum útlendingum.



13. august 2014 skrivaði eg niðanfyristandandi grein. Tað gjørdi eg, tí at felagsskapurin “Sea Shephard” brúkti okkara bátahyljar sum støð, og harútfrá varð gjørt herverk á føroyska mentan. Hetta málið reisti eg eisini á politiska pallinum í Runavíkar Kommunu.



“”Øll eru vælkomin at vitja Runavíkar Kommunu, men vit eiga ikki at góðtaka, at vitjandi fremja propaganda útfrá okkara hyljum og dráttum. Nú eg fari inn á portalin, síggi eg tveir skjóttgangandi “Sea Shephard” bátar, við miklari ferð, fara suður gjøgnum fjørðin, eftir at tað frættist at grindaboð er í Hvalba. Teirra endamál er, á ólógligan hátt at steðga grindadrápi, sum annars er lógligt í Føroyum, og annars at skaða okkara umdømi. Runavíkar Kommuna eigur ikki at lata slíkar ótangar brúka bátadráttir o.a. hjá borgarunum, við tí endamáli at oyðileggja aldargamlan sið og føroyska mentan. Eg, sum fólkavaldur kommunalpolitikari, havi heitt á havnanevndina og umsitingina í Runavíkar Kommunu, um at syrgja fyri, at hesi fólkini hjá “Sea Shephard” ikki aftur fara at gera sær dælt av okkara bátahyljum, bátadráttum ella nøkrum, sum er ogn hjá borgarum í Runavíkar Kommunu””.



Latið okkum nú standa saman, sum ein tjóð, og vísa teimum, at teirra ágangur ikki kemur at koppa G!



Góðan G! festival.


Jonhard Danielsen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
til løgtingsvalið 2019