Fyrsta stýri fyri nýggja sjálvsognarstovnin Føroya Symfoniorkestur valt


Føroya Symfoniorkestur var 26. november í fjør skipað sum sjálvsognarstovnur sambært nýggjum viðtøkum. Sum nakað nýtt fer eitt stýri nú at hava yvirskipaðu ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum og rakstri hjá orkestrinum. Stýrið skal harumframt virka fyri, at orkestrið hevur tryggar karmar og áhaldandi kann mennast. Í stýrinum eru seks limir, sum verða valdir fyri fýra ár í senn.



Fyrsta stýrið er mannað við hesum fólkum:



Limir:



Jógvan Thomsen, form., eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum



Gunn Hernes, eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum



Kári Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya



Jákup Simonsen, eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu



Jóannes Andreasen, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum



Anna Klett, eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum





Varalimir:



Gunnvør Poulsen, fyri Jógvan Thomsen, form., eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum



Sunnuva Bæk, fyri Gunn Hernes eftir tilmæli frá Norðurlandahúsinum



Jonna Fritsdóttir Mortensen fyri Kára Olsen, eftir tilmæli frá Kringvarpi Føroya



Hanna Simonsen, fyri Jákup Simonsen eftir tilmæli frá Tórshavnar kommunu



Páll Sólstein, fyri Jóannes Andreasen eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum



Claire Fiona Thomsen, fyri Onnu Klett eftir tilmæli frá tónleikarunum í orkestrinum





Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um nýggja bygnaðin og undirtøkuna frá stovnarunum. Hann vónar, at stýrið fer at kunna viðvirka til góðu menningina hjá orkestrinum til gleði fyri tónleikararnar og mongu áhoyrararnar kring alt landið.









Mentamálaráðið, 12. februar 2019