Fram kom á Vestmanna í nátt

Fram ið hevur roynt eftir makreli á makrelfeltinum norðanfyri kom á Vestmanna í nátt.

Fram hevur henda túrin fingið 180 tons av makreli, stødddin á makrelinum liggur um 450 gramm. Makrelurin verður landaður til Vestmanna Seafood.