Føroyar mistu sigurin


HSF: U19-landsliðið við kvinnum tapti seinnapartin í gjár fyri Turkalandi við fýra málum.




Føroyar byrjaðu annars væl og løgdu seg á odda við trimum málum. Hendan leiðslan helt allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 11-14.



Fyrsta løtuna av seinna hálvleiki høvdu Føroyar hug at draga frá og komu á odda við fimm málum. Men so gekk bara ein veg. Føroysku leikararnir byrjaðu at brenna opnar møguleikar, gjørdu yvirtrakk og fleiri tekniskar villur, umframt at tað haltaði í verjuni. Tað gjørdi tað ikki frægari, at Súna Krossteig Hansen varð mansvard.



Í 47. minutti legði Turkaland seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum. Føroyar komu framumaftur við tveimum málum, men tá bert tríggir minuttir restaðu í, tók Turkaland leiðsluna aftur og avgjørdi dystin við trimum málum afturat til endaliga úrlitið 29-25.



Triðji dysturin í bólkaspælinum er móti Kosovo, og hann er hósdagin.



Málskjúttar
Maria Halsdóttir Weihe, 8
Lív S. Poulsen, 5
Eva Barba Arge, 4
Marita Mortensen, 4
Súna Krossteig Hansen, 1
Ingunn Kristina Persson, 1
Sólja Poulsen, 1
Hjørdis Viðstein, 1