Fólkaskúlin og Hanna


So Hanna, tú heldur ikki, at foreldur vita av, at tey hava ábyrgd av sínum børnum?



Eg má siga tað, at tað er fullkomiliga tilgeviligt, at ein landsstýriskvinna sum hevur avrika so nógv, uppá so stutta tíð sum Hanna Jensen hevur, hevur gjørt ein feil, men at venda kanónina til foreldrini er andsfátækt og stendur í stórari kontrast til, at tað júst eru foreldur sum gera vart við, at tey ikki fáa roknistykki at ganga upp, nú summarferiuna er vorðin 8 vikur.



Tað er júst tí at foreldur ERU greið yvir sína ábyrgd, at tey gera vart við seg. At buka foreldur í høvdið við, at tey sjálvi hava ábyrgd av sínum børnum, er at tilonkisgera allar samfelagsligar stovnar. Eitt moderna samfelag er eyðkent av sterkum vælvirkandi almennum stovnum, sum júst hava til uppgávu, at taka kollektiva ábyrgd, har man metur, at hetta lønar seg betur, enn at ábyrgdin liggur á einstaklinginum. Fólkaskúlin er eitt slíkt dømi!



Eg skilji ikki, hvussu Hanna Jensen, púra tilvitað broytir ein so týdningarmiklan samfelagsligan stovn sum fólkaskúlan, uttan at kanna avleiðingarnar fyrst.



Ein mamma skrivar á FB, at tey kunnu ikki halda feriu saman í so mikið sum EIN dag. Her er talan um tvey foreldur, hvar pápin er fastløntur og mamman er tímalønt – eg tori slett ikki at hugsa um støðuna hjá støkum foreldrum.



Hvørki Lærarafelagið ella kommunurnar eru eftirspurdar, men her hevur landsstýriskvinnan opinbart mett, at lærir hava brúk fyri meiri fyrireikingartíð, hóast tað á sosialum miðlum ikki trýtur við lærarum sum boða frá, at teir heldur vilja undirvísa hesar dagar, og ikki hava brúk fyri so langari fyrireikingartíð.



Tað kann ikki verða nakað sum helst ivi um, at lærarin er sína løn verdur, og allarhelst nógv meiri verdur, enn hann fær løn fyri! Men, tað eru altso ávís viðurskifti, sum natúrliga liggja innanfyri sáttmálasamráðingar heldur enn kúlipenninum hjá landsstýriskvinnuni.
Sum formaðurin í pedagogfelagnum vísur á, er fyrireikingartíð ein samráðingarspurningur sum fleiri ferðir hevur verið frammi, og eftir eitt drúgt verkfall, fingu námsfrøðingarnir nakað av fyrireikingartíð. Hetta virkar, fyri at brúka eina einfalda orðing, órættvíst!
Lærarar fáa eina heila viku í fyrireiking, uttan at biðja um tað, men námsfrøðingar skulu til samráðingarborðið, at sveitta blóð fyri einum degi. Ein kommuna sum Sands kommuna, hevur tíverri ikki sama fíggjarliga rásarrúm, sum ein landsstýriskvinna í einum valárið, til at geva námsfrøðingunum tað sama.



Um Hanna helt, at fólkaskúlanum tørvar ábøtur, kundi hon t.d. lurta eftir formanninum í Lærarafelagnum sum herfyri vísti á, at Læraraskúlin var forfallin, at útbúgvingin, síðani Fróðskaparsetri var samanlagt, ikki hevur fingið játtan sum skal til, um undirvísingin skal verða granskingargrundað.
Hanna Jensen kundi eisini hugt til Finnlands, hvar man m.a. ikki hevur skúlating (nakað flestu foreldur nokk vildi tikið undir við) og hvar læraraútbúgvingin er ein masterútbúgving. Einamest kundi hon vent sær til serfrøðingarnar í fólkaskúlanum, fólkaskúlalærarnar og biði teir um at koma við einum uppskotið um, bygnaðin og longd á skúlatíð hjá næmingunum.



Skal fólkaskúlin broytast, má tað gerast í dialogi millum lærarar, foreldur, politisku myndugleikarnar og kommunurnar.



Fólkaskúlin er alt ov týdningarmikil til at landsstýriskvinnan einsæris skal kunna broyta grundleggjandi fortreytirnar.



Brandur Sandoy
Valevni Fólkafloksins