Flogbóltur: Stórsteypadystir á fyrsta sinni leygardagin

 Flogbóltur: Stórsteypadystir á fyrsta sinni leygardagin

Ítróttahøllin á Giljanesi verður leygardagin 26. september karmur um søguliga hending, tá ið tað á fyrsta sinni verða leiktir stórsteypadystir í flogbólti. SÍ og Mjølnir hittast hjá báði kvinnum og monnum.

SÍ eigur heiðurin

Stórsteypadystir eru kendir úr øðrum ítróttagreinum og úr útlondunum. Hesir dystir eru vanliga fyrsta sprellið, tá ið nýggj landskapping stendur fyri durum. Landskappingin í flogbólti verður servað ígongd við hesum nýggja tiltakinum. Og tað er SÍ, sum eigur hugskotið og hevur staðið fyri allari fyriskipan. Tað skal felagið hava stórt rós fyri. 

Alt verður gjørt eftir hægstu málsetningum, so at karmarnir eru teir kendu frá øðrum finalum í flogbólti. Taraflex-gólvið er breitt út, stroymað verður frá tiltakinum, og FM1 sendir beinleiðis. 

 

Sørvingar og klaksvíkingar

Steypafinalurnar seinasta kappingarár vóru síðsta stóra tiltakið, áðrenn Korona legði alt lamið. Kvinnurnar í SÍ vunnu á kvinnunum í Mjølni, og menninir í Mjølni vunnu á monnunum í SÍ. Við hesum sigrunum vunnu hesi bæði liðini sær rætt at spæla stórsteypadyst. Verri gekk við FM, tí finalurnar vórðu av ongum, men tey fremstu liðini, tá ið Korona steðgaði øllum vórðu útnevnd FM-vinnarar. Har lógu kvinnurnar í Mjølni fremst og sama gjørdu menninir. Hetta hevur so við sær, at Mjølnir og SÍ eiga øll finaluliðini í hesum fyrstu stórsteypadystunum. 

 

Avmarkað atgongd

Korona setur sín dám á samfelagið og rakar eisini stórsteypadystrinar. Nógv og strong tiltøk verða fyriskipað í høllini viðvíkjandi fjarstøðu, reinføri, áskoðaratali osfr. Tey, sum ikki eru so heppin at sleppa í høllina kunnu tíbetur fylgja við stroymingini og lurta eftir altíð væl upplagda Óla G. Samuelsen frá FM1.

 

Fyrri stórsteypadysturin er ímillum kvinnurnar hjá Mjølni og SÍ. Tann dysturin byrjar kl. 15.00

 

Seinni stórsteypadysturin er ímillum menninar hjá Mjølni og SÍ. Tann dysturin byrjar kl. 18.00