Flogbóltur: Føroyar vunnu silvur


Við at vinna 3-1 á Íslandi í seinasta dystinum, so megnaðu Føroyar at vinna 2. Plássið, meðan Ísland endaði á 3. Plássi.





Vinnari gjørdist skotland, meðan Grønland gjørdist nr. 4.





Settini endaðu 25-22, 21-25, 25-22 og 25-22





Trý tey fremstu liðini endaðu jøvn við 6 stigum, og øll høvdu eisini settmunin +3, og tí var neyðugt at higgja eftur málunum í hvørjum einstøkum setti.





Her var Skotland best við +39, Føroyar +23 og Ísland við +8.





Sostatt sera javnt.