Flogbóltur, FM-finalur: So er høllin klár


Høllin á Hálsi er nú klár til FM-finalurnar skírhósdag og leygardagin.




Kvinnufinalan:



Í kvinnufinaluni møtast SÍ og Fleyr.




Tað var Fleyr, sum lá á odda tá landskappingin endaði – tær høvdu 37 stig í mun til SÍ,sum hevði 35 stig. Fleyr lá á odda mest sum alt kappingarárið, men móti endanum kom SÍ fram um, men í seinasta dystinum millum liðini vann Fleyr 3-0 á SÍ, og endaði havnaliðið tí á fyrsta plássinum.




Liðini hava í kappingarárinum spælt 3 dystir ímóti hvørjum øðrum, harav liðini hava vunnið 3-0 hvør sín dyst, og Fleyr hevur vunnið ein 3-1.




Bæði liðini vóru eisini í steypafinaluni, og tá gjørdist SÍ vinnari við settmuninum 3-2, eftir eitt sera spennandi 5. sett, sum SÍ vann 15-12.




Mansfinalan:



Í mansfinaluni møtast Mjølnir og Fleyr.




Mjølnir gjørdist klárt oddalið í landskappingini við 44 stigum og taptu teir bert 3 dystir í árinum. Fleyr endaði á øðrum plássi við 23 stigum.




Liðini hava leikt 6 dystir ímóti hvørjum øðrum í landskappingini, harav Fleyr bert hevur vunnið tann eina 3-0, meðan Mjølnir hevur vunnið hinar fimm. Tveir eru endaðir 3-1 og tríggir eru endaðir 3-0.




Liðini møttust eisini í steypafinaluni. Eisini hesa vann Mjølnir 3-0.




Dystirnir verða leiktir soleiðis skírhósdag og leygardagin:




Skírhósdag:



13,30 SÍ – Fleyr, kvinnur



16,45 Fleyr – Mjølnir, menn




Leygardagin:



15,00 Mjølnir – Fleyr, menn



17,00 Fleyr – SÍ, kvinnur




Um liðini vinna hvør sín dyst, verður alt avgjørt leygardagin við einum gullsetti, har leikt verður upp í 15.