Flettu á Oyrareingjum í dag


Bergur Robert Dam Jensen skrivar á Facebook:




Farið er til hálvleiks í flettingardystinum 2020.


Tað er altíð ein frægd at arbeiða í hesum toymi, sum hevur bæði álvara og gaman í arbeiðslagnum. Á garðinum hjá bóndafamiljuni á Oyraeingjum er selskapið altíð í hásæti.

112 lomb hanga nú á ásinum eftir góðar 8 tímar, so tað hevur gingist væl í hond. Seyðurin kendist at verða væl í holdum, gimburlombini feit.


Takk fyri hesaferð Oyraeingjagarðurin


Komandi viku fara vit út til seinna hálvleik tá Sjóvargarður niðari partur fer á fjall og skurðurin 2020 skal fáast til høldar.