Fleiri frálík Fair Play tiltøk


FSF:Í samband við Fair Play virðislønina frá UEFA, sum Fótbóltssamband Føroya vann í fjør, hevur FSF seinastu tíðina skipað fyri nøkrum væleydnaðum barnagarðstiltøkum kring landið.



Í fjør vann Fótbóltssamband Føroya eina forkunnuga Fair Play virðisløn frá UEFA. Vinningurin var ein peningaupphædd, sum FSF, saman við UEFA, hevur valt at brúka til at kveikja áhugan hjá børnum fyri fótbóltsspælinum.




Seinastu tíðina hava ymisk fótbóltstiltøk verið á skránni, sum fótbóltsfeløgini, saman við ymsum barnagørðum kring alt landið hava skipað fyri. Tilsamans hava eini 600 børn luttikið higartil.




Feløgini, ið hava havt tiltøk, eru AB, B36, MB, 07 Vestur, Skála, TB og Víkingur. Feløgini, sum í næstum fara at skipa fyri tiltøkum saman við onkrum barnagarði, eru FC Hoyvík, B68 og Royn.




Myndir frá tiltakinum hjá AB: Barnagarðstiltak (AB) / Fair Play 2019




Myndir frá tiltakinum hjá B36: Barnagarðstiltak (B36) / Fair Play 2019




Niðanfyri sæst ein stuttfilmur, ið varð framleiddur til tiltakið hjá 07 Vestur.