Flaggdagshald á Giljanesi


Flaggdagshald verður Í Ítróttarhøllini á Giljanesi hósdagin 25. apríl kl. 16:00.





Elin Brimheim Heinesen heldur flaggrøðuna og Sørvágs tónleikarfelag spælir.




Børn og vaksin til gongu og á rossabaki ganga skrúðgongu.



Skrúðgongan fer frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15:30



og frá SÍF húsinum kl. 15:40.




Aftaná flaggdagshaldið verður line dans framsýning við næmingum hjá Birgir og Hervør Samuelsen. Eisini fara gittanæmingar hjá Holgari Jacobsen at spæla nøkur løg.




Ungdómsorkestrið selur vaflur og kaffi/te.
Tikið verður bert móti reiðum peningi.




Kvøldskúlin hevur framsýning frá kl. 15:00 - 18.30




Øll eru hjartaliga vælkomin.