Fjøllini liðugt gingin

 Veðrið hevur verið gott í heyst, menn hava tí ikki ligið veðrið av sær. Her í Sandavági eru nú øll fjøllini gingin, í gjár vóru teir á Sund og í dag eru giljamenn á fjalli, vit tóku hesar myndirnar, tá ið giljamenn komu á rætt um 10-tíðina í morgun.

Seyðurin hevur roynst væl - í flestu høgum er vektin yvir meðal.

Tey fyrstu fjøllini vórðu gingin áðrenn Mikkjalsmessu, so hjá teimum, sum flettu beinanvegin, er kjøtið ræst nú.