Fiskiskapur úr skeiva endanum

Henrik Old hevur í dag latið løgtinginum eitt
uppskot til samtyktar, har hann heitir á landsstýrismannin, um at leggja
uppskot fyri løgtingið til støðutakan um, hvørt loyvi skal gevast til at
fiska reyðátu í føroyskum sjógvi.



 




verður boðað frá, at Fiskimálaráðið hevur útskrivað trý royndarloyvir til
royndir at fiska

reyðátu við Føroyar. Henrik Old, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, heldur tað
ikki vera í lagi, at hetta verður gjørt uttan um Løgtingið, og tí hevur hann
latið løgtinginum eitt uppskot til samtyktar um at fáa hetta viðgjørt.



- Hetta
er eitt sera prinsipielt mál, at mann tekur avgerð um hetta, uttan at Løgtingið
hevur havt møguleika at viðgera og úttala seg um, hvørt mann í heila tikið skal
fiska reyðátu, sigur Henrik Old í viðmerkingunum.



 



Hann vísir á, at Noreg fiskar reyðátu við
suðurpolin, og norska stjórnin hevur givið loyvi til at fiska



á leið 350.000 tons í norskum sjógvi. Hetta er
gjørt, sjálvt um norsku fiskivinnufeløgini hava



mótmælt harðliga. Tað eru fleiri milliónir tons
av fiski, sum um summarið eta serliga reyðátu í



føroyskum sjógvi og her á leið.



 



- Eg haldi, at tað vera at fara undir fiskiskap
frá tí skeiva endanum, við tað at mann fyrst fer at fiska



føðina, sum ein stórur partur av fiskinum skal
liva av. Tí skjóti eg upp, at Løgtingið fær møguleika



at siga sína hugsan um roynd eftir reyðátu,
sigur Henrik Old.