Fiskirættindi - Blindir vinklar í Løgtinginum

Viðmerking til viðgerðina í løgtinginum av broytingum í lógini um sjófeingi

Tá ið hoyringarsvarið hjá MÚ, men eisini undirritaði við navni, er tikin fram undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 141 um broytingar í sjófeingislógini, so haldi eg, at tað er uppá sítt pláss at koma við eini viðmerking.

 

Kappingaravlagan

Hoyringarsvarið fyriheldur seg ikkitil, at fiskidagar verða fluttir frá ávísumfelag í bólki 4 húk til ávíst felag í bólki 3, ella at ávístfelag í bólki 4 T (uttan eginrættindi), umvegis lógarbroytingar mest sannlýkt fær atgongd til nýggjar fiskidagar, partvís við støði í nýútskrivaðum fiskidøgum til bólkin og partvís við døgum frá ávísumfelag í bólki 2 (trolarar).

 

Hinvegin, so vísir hoyringarsvarið á, a) at fiskidagar verða fluttir frá bólki 4 (húk) til bólk 3, b) at nýggir fiskidagar í lóg eru latnir bólki 4 T (uml. 25 % fleiri)og 3) at fiskidagar (nú) mest sannlíkt eisini fara at vera fluttir frá bólki 2 (upsadagar) til bólk 4T (toska- og hýsudagar).

 

Við hesum verður víst á, at ein forskjóting av atgongd til tosk og hýsu á landgrunninum verður framd millum bólkarnar. Hoyringarsvarið vísir eisini á, at hendan forskjótingin er nakað, sum bert legst aftrat teirri kappingaravlagan, sum longu er framd frammanundan.  



 

Øll feløg í øllum bólkum innan fiskidagaskipanina hava nú, umframt fleiri fiskidagar, eisini fingið onnur rættindi tillutað – øll feløg, uttan feløgini í bólki 4 (húk) og bólkur 5! Hetta er ein beinleiðis avlagan av kappingini um tosk og hýsu á føroyska landgrunninum.

 

Sum teir einastu gjalda bólkur 4 (húk) og 5 sjálvirfyri egna drift. Hetta er ikkilongur galdandi fyri feløg í bólki 2, 3 og bólki 4 T. Hesi verða umvegis makrelfígging beinleiðis stuðlað í kappingini um toskin og hýsuna á føroyska landgrunninum.

 

Misskilta uppfatanin av fiskirættindum

Fiskirættindi á pappírinum og reell fiskirættindi kunnuvera grundleggjandi hvør sítt. 

 

Í tann mun tað ikki loysir seg at brúka ein fiskidag, tí hann ikki gevur pening til felag og manning, so er tað reelt uttan týdning, um eitt felag eigur 42 ella 342 fiskidagar og um bólkurin hevur 2.000 ella 5.000 fiskidagar. Tað eru og verða fiskidagar á pappírinum.

 

Húkaflotin gekk eina oyðimarkargongd millum 2006 og 2017, og nógvir góvu skarvin yvir. Teir, sum góvu skarvin yvir, gjørdu tað ikki tí, at dagarnir neyðturviliga vóru ov fáir, men av tí, at ov lítið lá eftir til skip og manning. 

Tá ein miðal fiskidagur ikki gevur nóg mikið til halda felagið virkið og at forrenta íløgur, so er tað í grundini óviðkomandi, hvat tal av fiskidøgum liggur hjá einstaka felagnum ella er til taks í einstaka bólkinum. 

 

Retorikkurin í løgtinginum um brúktar og um ó-bruktar fiskidagar í ymisku bólkunum og um hvør, ið hevur NÓG mikið, og hvør, ið hevur OV mikið, var tí eisini avsporaður.

Sami toskur kann ikkifiskast fleiri ferðir. Hann kann ikki bæði fiskast av bólki 2, 3, 4 A+B, 4 T og bólki 5. Tá ið fleiri fiskidagar fara til ávísar bólkar í fiskiskapi eftir toski og hýsu á landgrunninum, so er bara tað minni eftir hjá húkafeløgunum í bólki 4 og 5.

Við hesum eru sannlíkindini tí eisini fyri, at tað gerst enn truplari fyri feløg, skip og manning hjá hesum bólkum lønsamt at gagnnýta tøkar fiskidagar í toska- og hýsufiskiskapi á landgrunninum.

 

Henda faktuella trupulleika viðgjørdi løgtingið ikki. Varð hetta tilvitað, so er tað ein sjálvandi ein trupulleiki. Varð hetta ó-tilvitað, so er hetta ein enn størri trupulleiki, tí so arbeiðir løgingið veruliga í blindum.

 

At myndugleikin harumframt er farið undir at veita ávísum feløgum beinleiðis stuðul – makrelfígging – til toska- og hýsuveiðu á landgrunninum ger eina vónleys kappingarstøða hjá feløgum, sum ikki verða stuðlað, bara enn meira vónleys. 

Hvussu eru løgtingsfólk upplýst? 

Ein kundi spurt: Hvussu høvdu løgtingsfólk fyrihildið seg til, at nótabátar ella barentshavstrolararnir lógu svínabundnir við kai, meðan teir áttu túsundtals tons at fiska, men lógu, tí tað ikki loysti seg at fiska? 

 

Hava løgtingsfólk sett sær tann spurningin: Hví eru so fáir dagar brúktir í ár? Kundi tað hugsast, at ein partur av forkláringini nettup er, at tað ikki hevur loyst seg serliga væl fyri feløg og manning, við teimum prísum á fiski, sum nú eru? (koronaprísum)

 

Heldur enn tosa upp í saman um NÓG mikiðav fiskidøgum og um Ó-BRUKTAR fiskidagar,hví seta løgtingsfólk sær ikki spurningin: Hví liggja fiskirættindi í ymiskum bólkum heila tikið óbrúkt?Er hesin blindi vinkulin í løgtinginum verunliga ó-tilvitaður?
 

Fiskimálaráðið

Fiskimálaráðið hevur aftur og aftur víst, at tað kann fyrisita skilaleyst og helst eisini í fleiri førum beinleiðis í stríð við galdandi lóggávu. Virkin feløg í bólki 4 A+B hava aftur og aftur havt trupult við at útvega dagar, hóast dagar hava verið til taks í bólkinum. 

 

Var ikki galdandi, at ónýtt fiskirættindi hjá einum óvirknum felag tekniskt vórðu latin landinum aftur, og at hesi fullu aftur til tann bólkin, har tey upprunaliga hoyrdu heima? 

 

Nær hevur løgtingið samtykt, at ó-virkin feløg í áravís kundu liggja og bøla omaná fiskidøgum, alt meðan fiskidagarnir hjá virknu feløgunum tódnaðu, tí hesir vórðu skornir? 

 

Hoyringarsvarið vísti meira enn nakað annað á, at talan er um eina avlagaða skipan, hildin uppi av Fiskimálaráðnum – ein skipan, sum við hesum lógaruppskotið nú umvegis løgtingið er vorðin enn meira avlagað. 

 

Nøkur ár við vánaligum fiskiskapi og/ella vánaligum prísum fer – undir verandi studnings skipan – at avvikla eftirverandi virknufeløgini í bólki 4 (húk), hetta uttan mun til, um tey einstøku feløgini hava 42 ella 342 fiskidagar ella bólkurin eigur 2000 ella 5000 fiskidagar. 

 

Hetta hevur løgtingið akkurát samtykt. 

Er løgtingið suverent longur ella er tað bert blivið eitt amboð hjá Fiskimálaráðnum til frama fyri tey áhugamál, ið hava vunnið frama í hesi avlagan. Hesi spurningur stendur eftir ósvaraður 

 

 

Óli Jacobsen



Argir