Filmsbrot: Toran var ógvuslig í morgun

Um fimm tíðina í morgun gekk toran ógvusligt. Á myndini sæst at toran slær niður í Miðvági.

Á filmsbrotinum verður Sandavágur lýstur upp klokkan 04:57 í morgun. Upptøkuna eigur Magnus á Stongunum.