Filmsbrot: Farmaskip tikið botn í Kollafirði

Farmaskipið Belbek tók fyri løtu síðani botn í Kollafirði, verjuskip liggur har og pressarin er á veg.

Dagført: Farmaskipið Belbek kom á Kollafjørð í gjár, og loysti aftur fyri løtu síðani, og tá tók tað botn. Tað er fitt av vindi inn eftir fjørðinum í Kollafirði í løtuni.

Brimil liggur á Kollafirði, men manningin er farin í feriu.