Filmsbrot: 5 flogfør fóru avstað nærum í senn á flogvøllinum

Í gjár var nógv ferðsla um flogvøllin í Vágum, m.a. settu 5 lítil flogfør seg á flogvøllinum fyri at bunkra, og hildu leiðina víðari til Grønlands aftaná.

Vit hava fingið eitt filmsbrot, sum vísir at 4 út av teimum 5 flogførunum, sum fóru á flog nærum í senn. Øll 5 fóru á flog innan tveir minuttir, men vit hava bara 4 av teimum á filmsbrotinum.