Ferðavinnan: Meðan vit bíða eftir hjálparpakkanum til ferðavinnuna

 Síðani 12. mars, tá ið ferðavinnan mátti niðurleggja alt sítt virksemi, hevur verið bíðað eftir einum hjálparpakka, og vit bíða enn.

Vit í ferðavinnuni steðgaðu frá degi til dags við øllum virksemi, og vit hava samstarvað við myndugleikarnar á øllum økjum, samstundis sum vit hava hildið sáttmálan, ið er bygdur á álit. Nú er tíðin komin til, at landsins myndugleikar koma við einari upplatingarætlan og einari kompensatión, ið munar. Álit gongur báðar vegir. 

 

Ferðavinnnan hevur fingið forboð at virka, og tí má ferðavinnan nú fáa endurgjald. Vit liva av tíðarskeiðinum frá apríl til oktober, og higartil hava vit mist so at siga alla ta væntaðu søluna í apríl, mai, juni og størsta partin av juli og august. Higartil hevur ferðavinnan sostatt mist áleið 70% av søluni í 2020. Óansæð hvat so kemur hendan sølan ikki aftur.

 

Ferðavinnan bløðir og má fáa greið boð

Ferðavinnan hevur møguleika at bjarga 30% av árinum, men tað krevur, at vit fáa greið boð nú.

Vinnan hevur sølu liggjandi á bók fyri seinnu helvt av árinum, og hesari sølu hava vit møguleika at bjarga, men tað krevur greið boð, og at politiski myndugleikin nú arbeiður við einari greiðari upplatingarætlan.

Peningurin fossar út úr vinnuni hvønn dag – hetta er sjálvsagt ikki haldbart, og tí má vinnan fáa greið boð um, nær vit lata upp, og um vit lata upp. Hvør dagur telur, og fyri hvønn dag vit bíða, kostar hetta okkum milliónir.

 

Evropa arbeiðir við at lata mørkini upp hálvan juni, og her eiga vit ikki at standa uttanfyri, men heldur arbeiða við somu loysnum.

 

Latið upp fyri Danmark og Íslandi beinavegin

Tað eru ongin landamørk millum Føroyar, Grønland og Danmark, tí mugu vit sleppa at ferðast frítt landanna millum. Øll trý londini í ríkisfelagsskapinum hava tamarhald á smittuni, so nú er bara eftir at taka sóttarhaldið burtur, ongantíð ov skjótt. Tað sama er galdandi fyri Ísland. Íslendingar hava víst okkum álit, og tað minsta er, at vit vísa teimum sama álit, lata upp fyri teimum og lova teimum at ferðast frítt í okkara landi.

 

Endurgjald til ferðavinnuna

Higartil hava avleiðingarnar verið ómetaliga stórar fyri ferðavinnuna, og um endurgjaldið ikki verður munagott, so fær hetta katastrofalar avleiðingar fyri vinnuna. Um støðan var, sum hon átti, vóru flutningsførini, hotellini, matstovurnar og upplivingarvinnan í fullari drift við einum belegningi á 80-90%, men nú er alt so at siga tómt, og alt tilfeingið er burtur.

 

Fyri ferðavinnuna hevur tað stóran týdning, at hjálpartiltøkini til ferðavinnuna eru galdandi til 31. mars 2021, tí eftir eina hágárstíð við nærum ongum inntøkum, stendur ein lágárstíð fyri framman við sera fáum inntøkum. Í ferðavinnuni rindar summarið veturin, og fleiri fyritøkur eru nú í vanda fyri ikki at verða til staðar næsta ár, um hjálpin til ferðavinnuna ikki verður munagóð.

 

Vit síggja longu hópuppsagnir, og vit kunnu vænta eitt metstórt ungdóms arbeiðsloysi. Eitt arbeiðsloysi, sum einki land ynskir sær. Tað er tí alneyðugt, at endurgjaldið til vinnuna stendur mát við tann missin, ið vinnan hevur, soleiðis at bæði fyritøkurnar og arbeiðsplássini í størst møguligan mun verða varðveitt.