Falkur og Heykur landa í Runavík

 Partrolararnir Falkur og Heykur landa í Runavík, teir hava 280.000 pund, meginparturin er upsi.

Teir hava roynt eystanfyri í eina lítla viku.

Teir fara nýggjan túr í kvøld, men landa aftur mánamorgunin, tí týsdagin skulu teir á beding.