Eru lidnir í tinginum fyri í kvøld

Tá ið vit vóru í løgtinginum fyri løtu síðani vóru samráðingarfólkini á veg til hús. Tað var annars í dag, at Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, skuldi hitta løgtingsformannin fyri at fortelja honum um hann helt tað fór at bera á mál ella ikki í samráðingunum millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin.

Tað var gott lag í tinginum millum tey løgtingsfólkini vit sóu í tinginum í kvøld. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísti í gjár ein nøtbrótara fram. Í kvøld tók eitt tingfólk nøtbrótarin fram aftur, og segði, at ikki var neyðugt at brúka hann aftur til hesar samráðingarnar.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skulu møtast aftur í morgin klokkan 09:30. Tá verður samgonguskjalið fínpussað og farið verður í holt við at býta landsstýrissessirnar millum flokkarnar.

Hoyr samrøðu við samráðingarleiðarin her.