Eru Føroyar fyri øll


Hvørjar eru avbjóðingarnar?



Í Føroyum eru fleiri ymiskir samfelagsbólkar, sum ikki verða hoyrdir ella sæddir við sínum dagligu trupulleikum og avbjóðingum. Ein stórur bólkur eru tey, sum eru tunghoyrd ella deyv. Hesi hava stórar avbjóðingar at dragast við, skulu tey gerast ein integreraður partur av samfelagnum og gerandislívinum. Talan er um eini 3.000-5.000 føroyingar, sum meira og minni eru tunghoyrd ella deyv.




Aðrar avbjóðingar síggjast á arbeiðsmarknaðinum, har eitt nú nýggjastu kanningar í Danmark vísa, at 81% av arbeiðs­gevarunum vilja siga nei til at seta ein deyvan í starv.




Hesir trupulleikar fyrikoma hóast vit hava ein breksátta hjá ST, sum ásetir, at øll tunghoyrd og deyv hava egið mál og tulkamál, og eiga at fáa møguleika at liva og virka á jøvnum føti við øll onnur í samfelagnum.




Málið má tí verða at veita stuðul í samskifti og tryggja líka ella javnstillaða atgongd til upplýsingar o.a. til tunghoyrd og deyv.




Tekst og teknmálstulka sjónvarpssendingar



Hóast vit eru í 2019, eru krøvini fyri at teksta og teknmálstulka í sjónvarpssendingum, ikki rokkin, sum tey eiga. Tí rakar hetta málbólkin hjá teimum, sum hoyra illa. Hetta eigur ikki at verða so.




Um vit hyggja eftir øðrum londum, eru Føroyar 30 ár aftanfyri.




Skúlaøkið



Fleiri og fleiri børn við niðursettari hoyrn eru ella gerast tunghoyrd av oyrabúffum. Hesi børn ganga í fólkaskúlum kring Føroyar, og hava ikki møguleikar fyri at mennast.




Øll skúlabørn hava rætt til undirvísing sambært lógini:“ … øll skúlabørn hava rætt til, at undirvísingin er á teknmáli ella tekn til talu um barnið ikki klárar at skilja talimálið”. Til dømis, skuldi teknmál verið fak í øllum fólkaskúlum í Føroyum. Hetta fyri, at børnini kunnu mennast og seinni kunnu fáa góðar útbúgvingar.




Fosturbørn og fosturforeldur



Eisini er tíðin komin at endurskoða málbólkin “fosturbørn og fosturforeldur”. Hesi børn eru júst flutt frá sínum egnu foreldrum og til eina aðra og øðrvísi familju at verða. Tey kunna verða sera hart rakt sálarliga og likamliga við at verða flutt. Eisini hevur hesin málbólkur t.d. ADHD, angist o.a.




Eg vildi ynskt, at vit sum samfelag góvu teimum fleiri møguleikar og betri umstøður. Hóast tíðin hjá fosturforeldrunum er av, tá tey gerast 18 ár, áttu tey eftir mínari meining at fingi loyvi at hildi fram við at havt samband við fosturforeldrini, hóast tey eru 18 ár og óbúgvin.




Heilsuøkið



Heilsuøkið hevur ein stóran starvsfólkahóp. Tey flestu starvsfólkini innan heilsuøkið eru sjúkrarøktarfrøðingar. Veruleikin er tann, at tær arbeiða alsamt alt ov nógv og fleiri arbeiðs­skaðar henda.




Tað er als ikki í lagi, tí um 20-30 ár eru dupult so nógv eldri og sjúklingar. Tí vildi eg ynskt, at Føroyar settu meira fokus á hendan málbólkin innan heilsuøkið og at tey verða raðfest hægri.




Arbeiðspláss



Vit eiga nógv góð og útbúgvin fólk, sum hava arbeitt í nógv ár ella alt lívið. Men tað kann tykjast tungt um ein missur arbeiði, tá ein er 65 ár, og bara hevur nøkur fá ár eftir til pensiónina.




Tí vildi eg ynskt, at sett varð í gildi ein lóg, soleiðis at hesin málbólkurin fekk møguleika at arbeiða 3-5 tímar um dagin, líka til tey verða pensióneraði. Í lógini eigur at standa, at allir arbeiðsgevarnir eiga at hava eini 2% av hesum málbólkinum í starvi.




Meifríð Weihe Hansen