Enniberg siglir heim við góðum 900 tonsum av flaki


Fyri løtu síðan frættu vit frá Enniberg, at teir eru farnir at sigla heim úr Barentshavinum við góðum 900 tonsum av flaki.



Enniberg fór avstað 23. mars, - apríl-mánaði var góður til fiskiskap, men í mai hevur verið smáligur fiskiskapur, eisini í mun til undanfarin ár, siga teir á Enniberg, men teir seinastu dagarnar batnaði fiskiskapurin aftur.



Manningin telur 36 mans, skipari er Sonny Johannesen.